Uppflytari leigar Negredo

Middlesbrough hevur leiga fyrrverandi spanskan landsliðsáleypara

Um eitt sindur meira enn tríggjar vikur, fer Premier League kappingin í Onglandi aftur av bakkastokki.

 

Tískil fara ein rúgva av handlum fram í løtuni millum tey ymisku feløgini í Evropa.

 

Eitt av liðunum sum komandi kappingarár skal spæla í Premier League aftur, eftir nøkur ár í næstbestu ensku deildini, eru uppflytararnir úr Middlesbrough.

 

Sum heild hava teir styrkt seg væl, har teir millum annað hava heinta fyrrverandi FC Barcelona og Manchester United málverjan, Victor Valdés, sum skal standa millum stengurnar í komandi kappingarárið.

 

Og aftur í dag hevur Middlesbrough kunngjørt eitt kent navn. Felagið hevur nevniliga leiga fyrrverandi spanska landsliðsáleyparan, Alvaro Negredo, í Valencia.

 

Leiguavtalan millum Negredo og Middlesbrough er galdandi fyri alt komandi kappingarár.