Í dag varð punktum sett fyri 2016 kappingarárið í næstbestu fótbóltsdeildini.
Undan dagsins umfari var tað greitt, at EB/Streymur og 07 Vestur næsta ár fara at spæla í bestu deildini, og at AB og B71 næsta ár fara at spæla í aðru deild.
Bæði EB/Streymur og 07 Vestur vunnu sínar dystir í dag. Talan var um trivaligar sigrar, tí EB/Streymur vann 9-2 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, og 07 Vestur vann 12-1 á útivølli ímóti B71. Harvið var tað greitt, at EB/Streymur vann gull og 07 Vestur silvur.
Giza Hoyvík vann 5-2 á heimavølli ímóti FC Suðuroy, men tað broytti einki. FC Suðuroy hevði longu tryggjað sær bronsukrónurnar, og Giza Hoyvík endaði á fjórða plássi.
KÍ hevði møguleika at taka fimta plássið frá NSÍ. Treytin var, at KÍ vann í Leirvík, og at NSÍ tapti við Margáir. NSÍ tapti, men tað eydnaðist ikki KÍ at fáa nakað við sær úr Leirvík, har Víkingur vann 4-2.
HB vann á heimavølli 2-1 á AB. Tá ið Víkingur vann, broytti hetta einki upp á endastøðuna, sum er, at HB varð nummar átta – eitt stig aftanfyri Víking, trý stig aftanfyri KÍ og fýra stig aftanfyri NSÍ.
27. umfar
Víkingur-KÍ 4-2
EB/Streymur-NSÍ 9-2
HB-AB 2-1
Giza Hoyvík-FC Suðuroy 5-2
B71-07 Vestur 1-12
Endastøðan