Fótbóltslagið er sera gott í Klaksvík. KÍ vann sannførandi á B68 á heimavølli í gjár. Har við hava uppflytararnir í Klaksvík fulla úrtøku eftir tveir landskappingardystir.
Klaksvíkingar royna framvegis at varðveita bæði beinini á jørðini. Teir siga seg fyribils fegnast um, at teir eru seks stig framman fyri botnliðið. Málsetningurin er at varðveita sætið í Vodafonedeildini.
Bárður Heinesen skeyt KÍ fram um stutt fyri hálvleik. Toftamenn framdu stórt mistak í verjuni, og so hevði framherjin upplagdan møguleikan. Tórður Thomsen, sum vardi málið hjá B68, hevði stóran lut í málinum, tá Høgni Madsen økti til 2-0 við beinleiðis frísparki.
Hjalgrím Elttør økti til 3-0 við langskoti. Camara kom á máltalvuna fyri B68, tá hann stýrdi hornasparki í málið.
Toftamenn eiga framvegis fyrstu stigini til góðar.