Uppflytararnir vunnu á heimavølli

EB/Streymur fann ikki málið, og so vann NSÍ við tveimum málum

Tað endaði við 2-0 heimasigri, tá ið NSÍ seinnapartin hevði vitjan av EB/Streymi. Hálvleiksstøðan var 1-0 í grannauppgerð í frískum loti, ið hevði ávirkan á leikliga avrikið.

 

Í spæli og góðum støðum og málmøguleikum og royndum ímóti málinum var tað ikki so stórur munur á liðunum.

 

Álopsprofilarnir hjá EB/Streymi, Filip Djordjevic og Boubacar Dabo, vóru ikki á listanum. Tað bar við sær, at  Marius Árting Allansson og Suni Herman Petersen vóru í framrættaðum leiklutum.

 

Sigfríður Clementsen venjari hjá EB/Streymi hevði lagt soleiðis til rættis, at Petur Knudsen og Klæmint A. Olsen í álopinum hjá NSÍ høvdu sera stutt tjóðir, og teir vóru ikki millum málskjúttarnar í dag.

 

Steffan A. Løkin setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Hetta var fyrsta málið hjá Steffani í ár. Hann plagdi at vera álopsspælari, men nú er hann framrættaður miðvallari. 2-0 málið skoraði miðverjin Adi Terzic eftir deyðbólt. Tað var átta minuttir undan leikloki. Hetta var fyrsta málið hjá svenska miðverjanum, síðani hann undan kappingarbyrjan flutti til NSÍ.

 

Tað hevur verið nógv tosað um, at EB/Streymur verður roknað millum tey, sum fara at kappast fyri at sleppa undan at flyta niður. Tað kann væl vera, at tað verður soleiðis. Men í Runavík í dag sást, at EB/Streymur eigur nógvar dugnaligar fótbóltsspælarar. Eitt nú vóru vongverjarnir Bergur J. Poulsen og Virgar Jónsson aftur í dag eyðsýndir, og Robert Marcus gjørdi eisini mun í framrættaðum leikluti í vinstru.   

 

 

 

NSÍ – EB/Streymur 2-0 (1-0)

 

1-0: Steffan A. Løkin

 

2-0: Adi Terzic