Úrslitið var ikki óvæntað.
VB vann 24-18 og tryggjaði sær fyrstu stigini í hesum kappingarárinum.
Kyndil, sum júst er flutt upp aftur í bestu kvinnudeildini, bjóðaði vágskvinnum av í fyrra hálvleiki, áðrenn gestirnir runnu avstað aftaná hvildina.
Ongan skjútta
Merkisvert var tað, at eingin skeyt fleiri enn fýra mál fyri Kyndil.
Jórun Ludvig, Anja Heinadóttir og Heidi Maria Akselsen vóru toppskjúttar.
Slíkir skjúttar eru ofta sera neyðugir, og tað kann lætt gerast ein trupulleiki, um liðið hevur ikki ein støðugan skjútta.
Hinvegin var stríðsviljin framúr. Tær fullu ongantíð í fátt, og uppspælið til fleiri av málunum var sera gott.
Í løtum vardu tær eisini væl, hóast Gintave Lydekaite, sum skeyt níggju mál fyri VB, hótti ferð aftaná ferð.
Liðið fer at menna seg so hvørt í hesum kappingarárinum, og tí er neyðugt hjá teimum grønu at hava tol, hóast úrslitini helst ikki fara at fella í teirra lut.
Fimm av spælarunum hjá Kyndli spældu fyri fyrstu ferð í bestu kvinnudeildini. Tær vóru Anna Sofía Hjalt Mohr, Turið Arge , Annika Sigurdardóttir, Bára Hansen og Bjarta Johansen.
Greiddu sína skyldu
VB greiddi sína skyldu í gjár. Tað varð væntað, at tær vunnu, og vágskvinnur vunnu uppiborið.
Útlendsku leikararnir á Vági roynast so at siga altíð væl, og tað er líkt til, at Gintave Lydekaite fer at eiga høvuðsleiklutin á liðnum hjá VB í hesum kappingarárinum. Hon er sjálvstøðug í sínum spæli, og flestu málini hjá henni vóru eftir einmansavrik.
Serliga í seinna hálvleiki sendi hon framvið málverjanum hjá Kyndli fleiri ferðir.