Fótbóltur
Um tvær vikur fer EB/Streymur at fáa vitjan av HB. HB er oddalið, og EB/Streymur er meistaralið. Meistararnir hava havt ilt við at fáa spælið at handa soleiðis saman, sum tað gjørdi í fjør, tá ið einki hefti fyri teimum, og teir bæði vunnu steypakapping og meistaraskap.
Hjá HB hevur tað higartil í ár gingið sum eftir ánni. Í gjár stevndi HB ímóti sigri á Toftum, men tað endaði við javnleiki. EB/Streymur var tríggjar ferðir aftanfyri í Sørvági, men tað endaði við, at meistararnir struku avstað við øllum stigunum.
Um tað hevði havt gingið, sum tað leingi sá út til, at tað skuldi gera, so hevði tað mest sum verið vónleyst hjá EBStreymi at komið sær upp í aftur meistaraspælið. Úrslitini í gjár bóru við sær, at EB/Streymur fær enn ein møguleika. Um tað eydnast at vinna, tá ið HB fer at vitja við Margáir, so verður teinurin upp til toppin so mikið lítil, at teir í EB/Streymi fara at hava orsøk til at trúgva uppá, at tað skal bera til.
Avrikið í Sørvági boðaði ikki frá meistaramøguleika. Tað eru nógvir góðir fótbóltsspælarar í Sundalagnum, men tað sást ikki í Sørvági. At tað kortini eydnaðist at vinna øll stigini komst fyri ein part av fullari nyttu burturúr trimum deyðbóltsstøðum, tá ið tað sá svart út:
Santos javnaði til 3-3, tá ið hann úr høgru sendi horna beinleiðis í málið, Arnbjørn Hansen var ein metur frá málstrikuni, tá ið hann setti krúllin undir hornasparksinnlegg úr vinstru, og so var 4-3 til meistararnar. Og so staðfesti Hans Pauli Samuelsen sigurin, tá ið hann sendi fríspark upp í málhornið.
Betri uppiborið
Meistararnir fegnaðust, og tað var væl skiljandi. Avrikið hevði ikki verið so sannførandi. Í staðin fyri meistaraspæl høvdu teir verið kroystir og strongdir, men tað boðar sjálvandi eisini frá potentiali og dygdum, tá ið tað kortini eydnast at vinna.
Heimamenninir hingu við nevinum. Tað var lætt at skilja. 07 Vestur er uppflytari, og liðið er á niðurflytingarplássi. Men avrikini hava ikki bent á niðurflyting, og heldur ikki í gjár var talan um máttloysi og uppgávulyndi.
Heldur var tað tvørtur ímóti. Við Tór-Ingari Akselsen og Jens Erik Rasmussen á odda var 07 Vestur leingi omaná. Heimaliðið skoraði trý mál. Teir vóru tríggjar ferðir á odda, og teir høvdu møguleikar at økja um leiðslurnar, men teir kendu ikki sínar vitjunartíðir, og so endaði tað soleiðis, sum tað gørdi.
Eftir eitt korter setti Jens Erik Rasmussen hol á. Frísparksroyndin tók í manngarðin og snýtti fullkomuliga Gunnar á Steig í EB/Streyma málinum. Lítla løtu seinni varð Jens Erik púra leysur eftir langa framlegging frá málverjanum, Trygva Askham, men veteranurin fekk ikki tamarhald á bóltinum, og so var tann møguleikin burtur.
Tíggju minuttir undan steðginum varð javnt: Heimaverjan tøvdi, málverjin royndi at leypa út, og Sorin Anghel stýrdi við høvdinum bóltin upp um málverjan.
Tveir minuttir seinni var heimaliðið aftur á odda. EB/Streyma málverjin var óheppin, tá ið hann sendi bóltin út til Tór-Ingar Akselsen, sum takkaði fyri, spældi Jens Erik leysan, og veteranurin var tryggur.
Seks minuttir eftir steðgin javnaði Levi Hanssen. Hans Pauli Samuelsen legði innfyri úr vinstru, bólturin hoppaði einar tvær ferðir í brotsteiginum, og so var miðvallarin fyrstur á.
Tjúgu minuttir fyri leiklok legði Tór-Ingar Akselsen 07 Vestur framum aftur. Teir gjørdu skjótt av eftir fríspark, og Jens Erik Rasmussen spældi Tór-Ingar leysan.
Tá tóktist tað sum um, at heimaliðið skuldi vinna.
Men Sigfríður Clementsen spenti álopsbogan. Pætur Dam Jakobsen og Levi Niclasen vórðu skiftir inn síðstu løtuna, og tað eydnaðist!
Meistararnir stórfegnaðust yvir úrslitið, og uppflytararnir harmaðust. Tað var einki at siga til!