07 Vestur tryggaði sær síðsta heyst beinleiðis uppflyting í bestu deildina, og í uppgerð við AB, ið endaði næstaftast í bestu deildini, tryggjaði B68 sær uppflyting í bestu deildina.
Nú er greitt, at bæði 07 Vestur og B68 fara at leggja fyri í bestu deildini á heimavølli.
Leygardagin sætta mars verður fyrsti dysturin, tá ið EB/Streymur á Mølini á Eiði fær vitjan av ÍF. Dagin eftir – sunnudagin sjeynda mars – fær 07 Vestur vitjan av B36, og B68 fær vitjan av KÍ.
KÍ hevur verið á Svangaskarði og spælt venjingardyst. Tað var 16. januar, tá ið KÍ á Svangaskarði vann 3-0. 07 Vestur og B36 hava ikki spælt í vinardysti í ár.
Longu í øðrum umfari verður innanhýsis uppgerð millum tey bæði nýggju liðini í bestu deildini. Leygardagin 13. mars fær 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági vitjan av B68.