Uppflytararnir gjørdu um seg uppi á Brekku

1. DEILD: Jákup Hummeland skoraði sigursmálið, tá ið EB/Streymur vann á útivølli ímóti favorittunum í Víkingi

Síðsta heyst flutti næstbesta liðið hjá EB/Streymi upp í 1. deild. Í fjør vann næstbesta liðið hjá Víkingi 1. deild.

 

Setningurin hjá EB/Streymi í næstbestu deildini er at varðveita plássið í næstbestu deildini og standa seg betri enn í 2023, tá ið liðið endaði aftast og við níggju stigum flutti niður.

 

Í dag hittust Víkingur og EB/Streymur uppi á Brekku í Leirvík, og EB/Streymur vann 1-0. Einasta málið skoraði Jákup Hummeland sjey minuttir eftir steðgin.

 

Eingin av teimum, sum hava spælt nógv á besta liðnum hjá Víkingi, var á listanum í dag. Hjá EB/Streymi var Gutti Dahl-Olsen, sum í vikuni skrivaði undir nýggjan sáttmála, eftir at hann í fjør spældi við B36, millum teir fyrstu ellivu saman við eitt nu Tóka H. Johannesen og Kristian Svabo Eliasen. Hans Pauli á Bø, sum leingi hevur verið skaddur, varð skiftur inn, tá ið tað restaði ein hálvur tími.

 

Talan var ikki um so nógvar royndir ímóti málunum, men heimaliðið átti góðu málmøguleikarnar, og heimaliðið vann átta hornaspørk, meðan EB/Streymur vann trý hornaspørk.

 

Um tvær vikur fær EB/Streymur vitjan av B71, og tá fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti uppflytarunum í 07 Vestur.