Leygardagin spældu AB og B68 venjingardyst í Gundadali. AB flutt í fjør úr 1. deild og upp í Formuladeildini, meðan B68 fór øvugtan vegin og skal spæla í næstbestu deildini í ár. Dysturin millum liðini við javnleiki 3-3. Líkt var annars til, at B68 skuldi vinna dystin, tí liðið var á odda 3-1, men tað eydnaðist AB at javna til 3-3.