Uppfinnilsi úr Vági sparir 8.100 krónur í olju - um dagin

Teir nýggju trollemmarnir úr Vági hava tríggjar veldigar fyrimunir: Vit spara nógva olju, samstundis sum vit fiska betri og so eru teir eisini sera lættir at arbeiða við, sigur skiparin á Ennibergi

Tøknilig menning
 

- Vit eru heilt serstakliga væl nøgdir.
 Tað sigur Sonny Johannesen, skipari á Enniberg.
Og tað, sum hann er so heilt serstakliga væl nøgdur við, eru teir nýggju trollemmarnar, sum teir hava brúkt umborð á Enniberg hendan túrin.
Tað forvitnisliga við hesum lemmunum er, at teir eru bæði mentir og gjørdir á lemmavirkinum, Rock, í Vági.
Talan er um eitt slag av lemmum ið nevnast Sea Bat og teir eru gjørdir til flótitrol.
- Hesir nýggju lemmarnir úr Vági eru teir bestu lemmarnar, eg nakrantíð havi verið við til at brúkt øll árini, eg havi roynt við flótitroli, sigur skiparin á Enniberg.
Hetta er niðurstøðan hjá skiparanum á Enniberg,  nú hesir nýggju trollemmarnir fyri fyrstu ferð eru royndir ein heilan túr.
Og hann skuldi havt nakað at havt sína meining í, tí hann er ein av okkara allar royndastu skiparum, eisini við flótitroli.
Hann staðfestir stutt og greitt, at hesir lemmarnir í Vági er teir bestu lemmarnir, sum eru á marknaðinum í dag yvirhøvur.
- Teir eru sera góðir og lættir at arbeiða við. Ein stórur fyrimunur við teimum, er, at tá ið teir verða loraðir frá borði, spíla teir sera væl beinanvegin. Lemmarnir gera at vit beinanvegin fáa eitt sera gott stórt  gap í trolið og tí verður tað fiski-effektivt beinanvegin tað tað verður skotið og tað hevur sera stóran týdning fyri fiskiskapin.
- Samstundis eru teir sera góðir at koma runt við, tí tað gongur skjótt at koma runt.
Tì heldur Sonny Johannesen at teir hava fiskað betri við hesum nýggju lemmunum úr Vági.
 
Spara nógva olju
Men ein annar stórur fyrimunur við hesum nýggju lemmunum, er, at teir eru nógv lættari at toga enn aðrir lemmar.
Sostatt spara teir eisini rættiliga nógva olju.
- Eg havi ongantíð fiskað í Irmingarhavi, har vit hava brúkt so lítla olju, sum vit gjørdu hendan túrin, nú vit hava brúkt lemmarnir úr Vági, sigur Sonny Johannesen.
Hann sigur, at teir plagdu at brúka 13 rúmmetrar av olju um dagin, men tá ið teir settu lemmarnar í Vági undir, fór oljunýtslan niður á 11,2 rúmmetrar um dagin.
Talan er sostatt um eina sparing upp á 1,8 rúmmetrar um dagin við lemmunum úr Vági.
Og tað hevur alstóran týdning, nú oljan er so dýr.
Sonny Johansen sigur, at teir fáa oljuna fyri 3,60 krónur fyri liturin.
Frá oljufeløgum hava vit fingið upplýst, at ein rúmmetur av olju er 1.260 litrar og sostatt kostar ein rúmmetur 4.536 krónur.
Tá ið oljunýtslan við lemmununum úr Vági fer úr 13 rúmmetrum, niður í 11,2, er sostatt talan um eina sparing upp á 1,8 rúmmetur, ella 2.268 litrar um dagin.
- Sostatt gera teir nýggju lemmarnar í Vági, at vit spara olju fyri 8.165 krónur um dagin. Tað merkir so eisini, at longu eftir einum túri eru útreiðslurnar til lemmarnar spardar inn aftur.
- Men taka vit sparingina yvir longri tíð, er talan um heilt fitt av peningi.
- Er skipið 120 dagar í sjónum, er talan um eina sparing upp á næstan 980.000 krónur, sigur skiparin á Enniberg.
Og so kann eisini viðmerkjast, at í dag dýrkaði oljan enn meiri.
Hann sigur, at hendan túrin høvdu teir eisini aðrar lemmar við enn teir úr Vági.
Hetta vóru lemmar, sum teir frammanundan hildu vera teir bestu.
- Hetta vóru eisini góðir lemmar, men lemmarnir úr Vági eru nógv betri, so tað er onki at ivast í, at vit framhaldandi koma at brúka vágslemmarnar, sigur skiparin á Enniberg.
Hann sigur, at fyri rættiliga at hava nakað ítøkiligt at samanbera við, brúktu teir lemmarnar úr Vági og hinar lemmarnar skiftivís.
- Vit brúktu fyrst lemmarnar úr Vági í 14 dagar og so settu vit hinar lemmarnar undir í 14 dagar. Og munurin varð týðiligur bæði við tað, at vit brúktu nógv minni olju lemmunum úr Vági, samstundis sum vit fiskaðu betri, so talan varð um tvífaldan vinning, sigur Sonny Johannesen.
- Og tað er greitt, at tað verða lemmarnar úr Vági, sum koma at hanga á hekkuni á Ennibergi, so so leingi, sum vit koma at dríva fiskarí, sigur Sonny Johannesen at enda.