Uppfør teg rætt í bussinum

Nú havnarfólk sleppa at koyra ókeypis í bussi verða tað óivað fleiri, ið lata bilin standa og heldur hoppa í bussin.
Fyri at eingin skal øsa seg inn á nakran annan er best at hava nøkur viðurskifti í huga:

- Um fólk standa aftan fyri ryggin á hvørjum øðrum, merkir tað, at tað er ein KØ - at ganga framum køina og stilla seg fremst kann verða vandamikið og leiða til ógvusliga øsing...
- Tey, sum eru umborð á bussinum, vilja fegin úr honum, tá hann kemur til teirra steðgistað - lat tey gera tað, áðrenn tú trokar teg umborð.
- At hava taskuna liggjandi á setrinum undir liðini á tær er heilt okey - um bussurin er hálvfullur. Eru nógv fólk við, skal taskan á dúrkið ella í føvningin hjá tær.
- At tosa hart í fartelefonina ella at royna at finna rætta tónleikin til ringitóna, er ikki vælumtókt í bussinum.
- Um tit roykja - roynið og takið síðsta "guvin" eina løtu áðrenn bussurin kemur - ikki stuttligt at sita undir liðuni á einum øskubikari (ella íhvørtfall einum, sum luktar sum eitt øskubikar).
- Og at enda - reisið tykkum fyri eldri fólki og konum, ið eru við barn. Tá lovi eg, at tit fáa eitt smíl.