? Fyri tveimum árum síðani sá eg Hetland á landkortinum, og so tók eg bara avgerð um at fara hagar, sigur Nathaniel, sum situr í morreyðari troyggju og gummistivlum umborð á Norðlýsinum. Hann hevur sítt hár við einari ella tveimum flættum. Hann líkist einum náttúrumenniskja í orðsins rætta týdningi.
Hann er nú endaður í Føroyum og arbeiðir umborð á Norðlýsinum. Hvønn morgun fer hann út saman við Birgiri Enni og restini av manningini við útlendskum ferðafólki og føroyingum, sum við slupp vilja at skoða Føroya land frá einum øðrum sjónarhorni enn vanligt.
Nathaniel Reinartz er ein ævintýrhugaður unglingi úr býnum Milwaukee í statinum Michigan norðanfyri í USA. Honum dámar væl at ferðast á ein øðrvísi hátt enn tey flestu, og hetta er aðru ferð, at hann ferðast á hesum leiðunum.
? Mær tørvar náttúruna í mínum lívi, og tí velji eg at ferðast á henda hátt. Tá eg eri úti við Norðlýsinum og komi til eitt nýtt stað, kennist tað sum um at eg sjálvur havi funnið júst hendan blettin á jørðini, hóast fleiri túsund menniskju longu hava verið her, greiðir Nathaniel frá.
Dámar hendan partin av heiminum
Fyrru ferð, Nathaniel var á hesum leiðum, fór hann til Skotlands, haðani hann tumlaði norðureftir til Orknoyggjar og Hetland, har hann steðgaði í tveir mánaðir. Eisini vitjaði hann fleiri av teimum skotsku oyggjunum á tí ferðini.
? Eg havi nógvar vinir í Hetlandi og tað kennist í veruleikanum sum eitt heim hjá mær, sigur Nathaniel um tíðina í Hetlandi, har hann arbeiddi sum smiður eina tíð. Síðani fór hann heimaftur at læra til smið, men honum longdist aftur hendavegin.
? Mær dámar væl at hetta hornið av heiminum, og tí gjørdi eg av at fara enn ein túr, sigur hann. Á næstu ferðini arbeiddi hann á einum bóndagarði á oynni Foula (Fugloy) í Hetlandi. Har búgva 28 fólk.
Ein dagin sá Nathaniel ein fremmandan bát liggja við bryggju, og hann fór at fregnast, hvagar hesin bátur var á veg. Tað vísti seg, at hetta var ein belgi, sum var á ávegis til Føroyar. Nathaniel ivaðist ikki, men spurdi um hann ikki kundi sleppa við, og tað var gamaní.
Verkfallið órógvaði
Hann royndi at fáa arbeiði her, men hetta vísti seg at vera torført, tí verkfall var. Men síðani møtti hann Birgiri Enni ígjøgnum Werner Hentze úr Vestmanna. Hann slapp so umborð á Norðlýsið at arbeiða, har hann eisini búleikast.
Hesuferð ferðast Nathaniel einsamallur, men hann kennir seg ikki einsamallan umborð á Norðlýsinum.
? Her er alt annað enn einsligt umborð. Her hendir allatíðina okkurt, og fólk eru næstan altíð umborð, sigur Nathaniel, sum er sera takksamur fyri at hava fingið hendan møguleikan.
? Birgir plagar at koma trampandi niður í lugarið klokkan átta um morgunin, og hann rópar "get up you crazy american", sigur Nathaniel flennandi.
Hóast Nathaniel líkist einum garvaðum sjómanni, so er hann als ikki vanur at ferðast á sjónum.
? Mær dámar væl at sigla, hóast eg als ikki eri vanur við slíkt. Hetta er ein góður máti at ferðast, sigur hann.
Øðrvísi ferðamaður
? Mær dámar ikki at standa uttanfyri og hyggja inn. Eg vil koma í samband við fólk og knýta vinabond við fólkið. Eg havi longu fingið fleiri vinir her í Føroyum, sum eg kann tosa við um lívsins viðurskifti og ikki bara um munin millum USA og Føroyar. Eg sigi ikki, at hesin mátin er betri enn nakar annar máti at ferðast, men hetta dámar mær best, sigur Nathaniel.
Hann hevur ætlanir um at fara víðari til Íslands, men honum dámar so væl í Føroyum, at henn steðgar helst nakrar dagar afturat. Hann ætlar sær at fáa fart við onkrum báti, sum fer víðari til Íslands. Nathaniel hevur longu fingið okkurt tilboð um at koma við til Íslands við onkrum lítlum báti, men hevur ikki tikið av enn.
Hann fer heimaftur til Milwaukee í oktober, men fer møguliga ein túr til Noregs áðrenn.
Nathaniel hevur annars ferðast nógv hesi seinastu árini. Hann hevur tumlað nógv runt í USA og Kanada, og var eisini ein súkklutúr framvið Mississippi ánni. Eisini arbeiddi hann saman við eini vinkonu í einari plantasju í Trinidad í Karibiska havinum.
? Tá eg ferðist skrivi eg nógv brøv, sum eg sendi heim til vinir og familju. Eisini skrivi eg onkuntíð dagbók. Soleiðis viðgeri eg allar upplivingarnar gjøgnum dagin, sigur Nathaniel at enda.










