Týskvøldi vórðu lutirnir, ið seldir vórðu á uppboði í sendingini Konto Kosovo leygarkvøldið, handaðir keyparunum. Kvøldið byrjaði við, at tíðindastjórin hjá SvF, Øssur Vinthereig beyð vælkomin, og síðani handaði Øssur av Steinum úr Reyða Krossi Føroya keyparunum lutirnar.
Lutirnir, seldir vórðu, vóru millum aðrir málningar eftir Bárð Jákupsson, Zacharias Heinesen, Trónd Paturson, Olivur við Neyst og Torbjørn Olsen. Málningin hjá Bárði Jákupssyni keypti Árni M. Dam fyri 32.000 krónur, málningin hjá Zachariasi Heinesen keypti Regin Eikholm fyri 31.000 krónur, maæningurin hjá Tróndi Paturssyni fór fyri 55.000 krónur , og hann keypti felagið Vestsalmon, Suni Durhuus keypti málningin hjá Olivuri við Neyst fyri 25.000 krónur og málningin eftir Torbjørn Olsen keypti Kristian á Neystabø fyri 20.000 krónur.
Harafturat vórðu slipsið hjá Johnsigurdi Johannesen og jakkin, høvuðsuppgávan og ein speril hjá Esmari Eysturoy seld fyri 20.000 krónur hvørt. Hesi keyptu ávíkavist Faroedane og saltsølan hjá Mortani Johannesen.










