Tað er ein misskiljing, tá vit í leygardagsblaðnum og á Internetsosialinum hava skrivað, at uppboðssølan í Vági er stongd.
Stjórin í smápartafelagnum Fløguni, Kári Debes, sigur í viðmerking seinnapartin fríggjadagin, at talan er um, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur noktað Fløguni at taka í móti trolfiski. Men eitt nú útróðrarbátar kunnu framvegis landa sum vanligt til Fløguna, sigur hann.
Vit biða orsakað mistak okkara.