Uppskotið um uppboðssølu av einum aprti av fiskirættindum var fyri løtu síðani samtykt við 16 atkvøðum fyri og 15 ímóti
Orðaskiftið um royndaruppboðssøluna var hart, men tað speglaði klárt, hvørji áhugamálini eru hjá ymsu tingfólkunum og politisku flokkunum.
Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum Høgni Hoydal, hevði orðið. Hann var glaður fyri orðaskifti, men helt at vandaligari orð kanska a´ttu at verði brúkt.
Landsstýrismaðurin segði eisini, at broytingaruppskotið, sum er lagt fram, hevur til endamáls, at føroysk virkir fáa atgongd til at keypa fiskin og at hesi 3000 tonsini úr Barentshavinum koma uppá land í Føroyum. Hann nevndi eisini, at hesin fiskurin helst verður seldur um verandi fiskamarknða.
Og fyri løtu síðani var uppskotið samtykt við teimum broytignaruppskotum, sum hava verið. Tað vil siga, at nú skal ein partur av uppsjóvarfiskinum nú seljast á uppboði og eisini eini 3000 tons av botnfiski úr Barentshavinum.
Landsstýrismaðurin skal gera nakrar kunngerðir, men hetta uppskotið verður galdandi í ár.









