Fiskimálaráðið boðar í dag frá, at uppboðssølan av veiðirættindum verður í september mánaði.
Uppboðssølan fevnir um 2.450 tons av svartkjafti og 3.313 tons av norðhavssild.
Freistin at bjóða upp á svartkjaft er á middegi týsdagin 3. september, og fyri norðhavssild á middegi dagin eftir. Talan er um afturlatna uppboðssølu.
Vørn er uppboðssøluhaldari, og sølurnar fevna um 1. ára rættindi fyri 2019.











