Uppboðssøla av lokalari list

Lokal listafólk stuðla Vágs Kappróðrarfelag, ið skipar fyri uppboðssølu í dag.

Vágs Kappróðrarfelag skipar í dag fyri uppboðssølu í Stóra Pakkhúsi í Vági.

 

Kappróðrarfelagið hevur heitt á skapandi fólk í bygdini um at lata eina mynd, ið kann seljast á uppboðssølu. Og fleiri lokal listafólk hava latið myndir. Myndirnar hava hesa vikuna verið sýndar fram í handilsmiðstøðini Torginum.

 

Myndirnar verða seldar á uppboðssølu í dag klokkan 16 í Stóra Pakkhúsi, og tað verður býráðslimurin Anna Brattaberg, ið stendur fyri uppboðssøluni.