Loppan.fo er ein pallur hjá privatum seljarum og keyparum og er púra ókeypis at nýta. Loppan hevur allar hugsandi møguleikar og er ein komandi hornasteinur í føroyskari sølu og keypi á alnetinum.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at fyrimunir við at selja á Loppuni eru t.d. at brúkarin kann seta vørur til sølu og fylgja við søluni heimanífrá, lýsa vøruna við myndum og teksti og áseta ein minstaprís á vøruna og tryggja tær, at hon verður seld fyri ein ávísan prís.
Fyrimunir við at keypa eru at alt kann keypast á loppan.fo. Brúkarin kann eftirlýsa vørur, ið hann ella hon mangla og t.d. seta spurningar til seljaran, áðrenn bjóðað verður. Skipanin boðar eisini frá, um onkur annar bjóðar meira.
Tey sum skráseta teg sum brúkara á loppan.fo eru við í lutakastinum um ein 42" Panasonic plasma flatskerm. Tað er eisini ókeypis, og vinnarin verður kunngjørdur fríggjadagin 28. desember 2007 kl. 17 á heimasíðuni, og skermurin kann heintast í Expert sama dag.
Tað er Sp/f Drainsoft, ið eigur og rekur uppboðssøluna. Sp/f Drainsoft hevur síðan 1997 forritað og ment kt-loysnir, harímillum forrit, spøl og heimasíðuloysnir fyri virkir.