Virda uppboðssøluhúsið Lauritz.com hevur selt ein stolnan málning uttan at vita av tí.
Í fjør vórðu sjey málningar stolnir úr einum húsi í Kolding í Danmark. Ein av teimum var verk eftir Carl Vilhelm Holsøe, og hesin málningurin var síðani seldur á uppboðssølu hjá Lauritz.com fyri 74.000 krónur. Tað skrivar blaðið Politiken.
Stolni málningurin var skrásettur á Art Loss Register, men Lauritz.com hevur ikki hald til hesa tænastu, og tí vistu tey ikki av, at tey settu eitt stolið verk til sølu.
Umboð fyri Lauritz.com sigur, at tey viðmæla sínum serfrøðingum at brúka allar líknandi tænastur, tá ið tey skulu skráseta og meta um verk, ið verða sett á uppboðssølu, men at í hesum føri fóru málningur ígjøgnum.
Tað kemur javnan fyri, at roynt verður at selja listaverk ella stolnar lutir á uppboðssølum, og í nøkrum førum lukkast tað – í fyrstu atløgu í øllum førum.










