Í morgin, leygardagin, skipar orkestrið Ælabogin fyri tiltaki á torginum í SMS. Millum annað verða 23 listaverk seld á uppboði. Longu seinnapartin í gjár vórðu 23 listaverk hongd upp á torginum í SMS. Leygardagin kl. 13 verður so uppboðsøla av verkunum, sum øll kunnu bjóða uppá.
Tað er orkestrið Ælabogin hjá fólki við menningartarni, sum skipa fyri tiltakinum, sum byrjar longu klokkan 10 á morgni við tombola. Klokkan 12.30 framførir Ælabogin nøkur løg og klokkan 13:00 verður uppboðssøla av listaverkum.
Sum sagt verða listaverkini longu nú sýnd fram, so øll kunnu fáa høvi at síggja verkini.
Endamálið við tiltakinum er at savna pening til luttøku á tónleikastevnu í Lillehammer í Noregi í summar. Stevnan er ætlað orkestrum, hvørs endamál er at geva fólki við menningartarni við áhuga í tónleiki og tess leiðarum møguleika at dyrka sín áhuga og fáa íblástur.
Listafólk, ið hava stuðlað:
Katrin Wardum
Kári Svensson
Hilmar J. Højgaard
Eyðun av Reyni
Zacharias Heinesen
Eli Smith
Frits Johannesen
Hergerð Joensen
Durita Dam
Edith Mørkøre
Sámal Toftenes
Elin Nora Reines
Lydia Petersen
Sigga Petersen
Absalon Absalonsen
Arnhold Vegghamar
Heðin Kambsdal
Jórunn Dánialsdóttir
Arngerð Joensen
Emma Heinesen
John Reynbú
Tróndur Patursson