Uppboð gav 26.000 kr. til róðrarfelag

Seinnapartin leygardagin skipaði róðrarfelagið Knørrur í Havn fyri uppboðssølu av seyði úr Hósvík.

Fyri uppboðssøluni, sum var í Tinghúsgarðinum, stóðu tveir sera málførir menn, Torbjørn Jacobsen og Sjúrður Skaale, sum av øllum alvi royndu at fáa fólk at bjóða uppá hesar úrvaldu seyðirnar.

Talan var um átta lomb og tveir veðrar, og tá avtornaði gav uppboðssølan íalt 26.600 kr. til felagið. Serliga veðrar høvdu góðan prís.

- Hetta eru vit stak væl nøgd við, sigur formaðurin í Knørri, Sjúrður Gullbein við Portalin.

Peningurin fer til virksemið hjá felagnum, sum er í støðugum vøkstri.