Uppaftur fleiri avlýsingar

Fyri veður eru leið 500 og 504 eisini givnar at koyra fyri í dag. Tær báðar leiðirnar koyra til Viðareiðis og Kunoyar.

Frammanundan eru leið 700, 701 og 410 givnar at koyra, umframt at leið 6 og 7 hjá Tórshavnar kommunu ikki koyra.

Samstundis hevur nógv órógv verið á loftferðsluni í dag, men Johanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, væntar, at allir túrarnir verða innheintaðir í kvøld, um veðurfrásagnirnar halda.