Simona Weihe
----
Í Degi&Viku fyri tveimum vikum síðan hevði bankastjóri hug at lifra fyri ungdóminum við onkrum kontonavni, tá tíðindafólkið fylgdi og tosaði við eina nakað til árs komna og eina yngri damu, sum søgdu bankanum farvæl í sambandi við at gjald verður lagt á at hava konto í bankanum. Tað var ikki serliga gjøgnumhugsað, haldi eg. Tí tey eldru eiga bæði børn, barnabørn osfr., sum óivað verða ávirkað av og gera sum foreldrini.
Harafturímóti er tað avbera gott at síggja, at fólk ikki eru bangin fyri at gera vart við seg á røttum staði. Tað ger munin, tí longu hálva aðru viku seinni bakkaði bankin nakað. Alt ov ofta sita vit í kaffistovuni ella við døgurðaborðið og eru um at sálast av framligheitini og stórlætinum hjá bæði stovnum og fyritøkum.
Hóast júst hendan nýggjasta broytingin hjá bankanum rakar allar aldursbólkar, so fekk hon meg tó at hugsa um støðuna hjá nógvum eldri og gomlum í dag, har flestu bankadeildir eru niðurlagdar og kassarnir fara saman veg hjá teimum, sum enn hava opið.
Eg kenni eldri fólk á bygd, sum brúka nógva tíð at tosa í telefon við bankarnar. Hóast tey hava gjørt tað, sum tey kunnu við m.a. at hava lagt allar fastar flytingar í bankan, so noyðast tey viðhvørt at flyta pengar, kanska fyri eitt blómutyssi, einar brillur o.l. Umframt fleiri umstillingar og bíðitíð, skulu tey ofta enn einaferð lurta eftir áheitanini frá bankafólkinum um at fáa sær banka heima. So oman á gjaldið fyri flytingina, kemur rokningin fyri telefonsamrøðuna.
Víst ger heimabanki lívið lættari. Men veruleikin er, at tað eru tey, sum ikki hava hann. Tað kann ikki vera at krevja ov nógv, at hesir – oftast eldru – borgarar fáa eins góða tænastu.
Framtíðin verður óivað uttan pengar, sum vit kenna teir í dag. Seðlar og myntir fara burtur úr gerandisdegnum. Men hesir pengar eru enn í umfari, og tað áttu peningastovnarnir at tikið til eftirtektar. Men tað gera teir ikki við at stongja kassarnar í deildunum, sum eftir eru. Og sum ikki einaferð, so eru tað tey eldru, sum kenna sviðan.
Er tað so ringt at veita sínum kundum góða tænastu? Nei, tað kann tað ikki vera. Tað eru fyritøkur í Føroyum, sum koyra 100 kilometrar við vøru til tín fyri næstan tað sama, sum tað kostar at flyta upphædd á sama virði í bankanum. So tað snýr seg um raðfesting. Og tað er neyvan bankafólkið, sum ger flytingina ella situr við kassan, sum koppar nøkrum bankarakstri. So kanska skuldu leiðslurnar hugt at sær sjálvum og sínum íløgum og funnið sparingar har, og ikki bara leypa uppum, har garðurin er lægstur: siga teimum á gólvinum upp og straffa tey eldru.