Bretland: Upp til Ukraina at avgera tíð og treytir

- Tað eru ukrainar, sum stríðast, og tí er tað upp til teir at gera av, nær teir skulu byrja at tosa, sigur bretski verjumálaráðharrin

Bretski verjumálaráðharrin, John Healey, sigur í dag, at tað verður upp til Ukraina at gera av tíð og treytir fyri møguligum samráðingum um at fáa ein enda á krígnum við Russland.

 

- Tað eru ukrainar, sum stríðast, og tí er tað upp til teir at gera av, nær teir skulu byrja at tosa, og hvørjar treytirnar skulu verða, sigur hann við Sky News.

 

Fyrr í dag gjørdist tað alment, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur snakkað við russiska forsetan, Vladimir Putin og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

 

- Samrøðurnar snúðu seg um at fáa gongd í Ukraina-samráðingarnar, so kríggið kann fáa ein enda, veit tíðindastovan, Reuters, at siga í kvøld.

 

Viðhefta mynd er av bretska verjumálaráðharranum, John Healey, sum er ivaleysur í, at tað skulu verða ukrainar, sum seta treytirnar fyri møguligum samráðingum.