- Upp til 40 m/s

Tað stendur við og versnar

Seinnaparturin í dag verður verri boðar danska veðurstovan DMI frá. 

 

Landsverk sigur, at í skrivandi stund eru upp í 40 m/s á Gjáarskarði. Tað er nógvur vindur kring alt landið og hálkufráboðan at kalla um alt landið eisini. 

 

Vindurin veksur nú seinnapartin, men í kvøld verður frægari, sigur DMI. 

 

In.fo fylgir málinum. Hevur tú veðurmyndir ella videobrot, sum tú heldur vit skulu síggja, so sendið okkum endeliga boð á post(at)sosialurin.fo ella sum boð á Facebookbólkinum hjá In.fo. 

 

Myndina eigur Ingi Sørensen.