Eitt lágtrýst, 960 hPa, liggur mest sum í stað nakað sunnan fyri Ísland og fyllist komandi dagarnar. Eitt brúgvalag haðani við nógv regni og nógvum vindi fer í dag framvið Føroyum, men í morgin klárar eitt skifti í. Síðani fara Føroyar at liggja í einum ráki av ælaveðri av landsynningi, meðan eitt nýtt lágtrýst spakuliga nærkast Skotlandi av vestri.
Veðrið í dag.
Strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, seinnapartin eitt skifti upp í storm og harðar hvirlur, 22 m/s. Skýggjað og samregn. Í kvøld makar hann vindin í lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 2 til 7 m/s. Sum frá líður klárar í, tó møguliga okkurt æl. Hitin millum 5 og 10 stig. Um náttina lot til andøvsgul av landsynningi og suðri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt æl og hitin millum 4 og 8 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og stundum sólglottar. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 og 6 stig.
Hósdagin
Lot til andøvsgul av eystri og landsynningi, 2 til 7 m/s. Sól til tíðir, men møguliga okkurt æl. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 og 6 stig.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul av landsynningi og eystri, 2 til 7 m/s. Ælaveður, men eisini onkur sólglotti. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 og 6 stig.
Leygardagin
Lot til andøvsgul av eystri ella ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Ælaveður, men møguliga onkur sólglotti. Hitin um dagin millum 4 og 8s tig, um náttina millum 2 og 6 stig.
Tollaksmessudag
Lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Ælaveður, men kanska onkur sólglotti. Hitin um dagin millum 4 og 8 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig.