Finaluplássið hjá Caroline Wosniacki í US-Open merkir, at hon flytur upp á sætta plássið á alheims styrkislistanum hjá WTA. Wosniacki var nummar átta í heiminum undan US-Open, men finaluplássið gevur 1.400 stig, og við hesum fer hon fram við bæði Jelena Jankovic og Vera Zvonareva. Kim Clijsters hevur als ikki spælt kappingartennis í tvey ár, og hon var við upp á wild card hesaferð. Sigurin ber við sær, at hon í einum lopi er nummar 19 á styrkislistanum.










