Tá ið tónleikarin Brandur Enni og skemtarin Hans Hjalti Skaale trína á pallin í Leikalund í Klaksvík fríggjakvøldið, so er hetta samstundis seinastu ferð, at hetta tiltakið verður í hesum umfarinum.
Hetta er fjórðu ferð í vetur, at hetta slagi av undirhaldi verður roynt. Áhugin hevur verið stórur og mangt bendir á, at Stand Up umhvørvið er komið fyri at verða.
Brandur Enni hevur, hóast ungan aldur, havt eina langa yrkisleið á tónleikapallinum, bæði heima í Føroyum og uttanfyri landoddarnar. Sangsmiðurin úr Suðuroy hevur upptraðkað frá barnaárum av, og seinni árini hevur hann sjálvur skrivað góðar sangir á móðirmálinum, men eisini á svenskum og enskum. Fríggjakvøldið sleppa vit at hoyra søgur úr hansara lívið og njóta eitt spennandi og øðrvísi tónleikainnslag frá áhugaverda og huffarsliga trubadurinum av Tvøroyri. Eisini vitjar humoristiski vísusangarin, Hans Hjalta Skaale. Tann einaferð kosni Føroya næst stuttligasti maður, fer at enda Stand-Up Føroyar røðina á hesum sinni.










