Upp- og niðurflytingardystir strikast

Á aðalfundinum hjá FSF komandi leygardag fer kappingarnevndin hjá fótbóltssambandidnum at leggja fram uppskot um, at upp- og niðurflyting fer bert fram millum fremsta og aftasta liðið í deildunum.

Stendur tað til kappingarnevndina hjá FSF, so verður tað bert tað fremsta liðið í 2. deild, sum fer at hava møguleika fyri at flyta upp í 1. deild árið eftir. Uppskotið hjá kappingarnevndini hevur nevnliga við sær, at næstfremstu liðini ikki hava møguleika fyri at vinna sær uppflyting, men næstaftastu liðini sostatt sleppa at halda fram í deildini.

Ov stórur munur
Formaðurin í kappingarnevndini, Bjarki Mohr, sigur, at skipanin, har spælt hevur verið millum næstfremstu og næstaftastu liðini um upp- og niðurflyting, hevur nú verið roynd í fimm ár, og hesi ár hava víst, at tað er rættuliga stórur munur á liðunum í allarflestu førum.
- Vit hava fleiri ferðir í hesum dystunum sæð, at tað er enda við skrædi, tí at munurin sum oftast hevur verið so mikið stórur, serliga millum fremstu og næstfremstu deildina. Tað hevur eisini mangan víst seg at verða ógvuliga torført at fáa dystirnar avgreiddar, og tað haldi vit verða harmiligt, sigur Bjarki Mohr.
Formaðurin í kappingarnevndini leggur tó dent á, at tað fyrst og fremst er stóri munurin á liðunum, ið er høvuðsorsøkin til, at kappingarnevndin leggur lógaruppskotið um at strika upp- og niðurflytingardystirnar fyri aðalfundin hjá FSF leygardagin.
- Í allarflestu førum er tað liðið úr ovaru deildini, ið hevur vunnið dystirnar um upp- og niðurflyting, og eg haldi, at tað eru bert tvey dømir um tað øvugta, sigur Bjarki Mohr.