Upp og niður hjá teimum næstbestu

Skírisdag taptu bæði Hvidovre og Randers Freja 3?2, og 2. páskadag fingu bæði feløgini trý stig

 

1. deild í Danmark:


Tey liggja borð um borð, og gongdin tykist vera umleið tann sama hjá teimum báðum. Tað eru feløgini við føroyskari umboðan í næstbestu donsku deildini, sum tað verður hugsað um.

Skírisdag hevði Hvidovre vitjan av B93. Óli Johannesen og liðfelagarnir taptu 3?2. Skírisdag hevði Randers Freja vitjan av Skive. Atli Gregersen og liðfelagarnir taptu 3?2.

2. páskadag var Hvidovre í Ølstykke. Hvidovre vann 5?2. Óli Johannesen var ikki ímillum málskjúttarnar. 2. páskadag var Randers Freja á Eysturbrúgv í Keypmannahavn og spældi ímóti B93. Randers Freja vann 1?0.

Bæði Hvidovre og Randers Freja hava 26 stig. Tey hava ongan møguleika at flyta upp, og hóast tey eru nærri botninum, enn tey eru toppinum, so skal vita illa við, um hesi feløgini fara at flyta niður.

Komandi sunnudag fær Hvidovre vitjan av grannunum í Frem, og Randers Freja fer at fáa vitjan av Ølstykke.


Nærkast avgerðini

Alt bendir á, at komandi kappingarár fer Køge kommuna framvegis at eiga umboðan í bestu deildini í Danmark. Spurningurin er, um talan verður um eitt ella tvey lið. Tey seinastu árini hevur lítli beiggin, Herfølge, verið í bestu deildini, meðan stóri beiggin, Køge Boldklub, hevur verið i skugganum og hevur spælt í næstbestu deildini, meðan Herfølge hevur verið við í toppinum og í fjør kom heilt upp á toppin, tá teir vunnu meistaraskapin.

Herfølge er nú í niðurflytingarvanda, meðan Køge er á uppflytingarkós. Teir eru fremstir í næstbestu deildini. Esbjerg, sum flutti niður í fjør, er næstfremst. Hesi bæði liðini øktu við sigrum 2. páskadag á ávikavíst Farum og Brønshøj um frástøðuna til hini bæði liðini, sum hava verið við í kappingini um uppflytingarplássini. Vejle tapti í Horsens, og Frem megnaði bara javnleik á heimavølli ímóti B1913.