Danska kappingin verður í vár mett at vera so óstøðug, sum hon nevyan nakrantíð hevur verið áður.
Eitt umfar var á skránni skírisdag og aftur eitt páskadag. Herfølge tapti 1?0 í Viborg skírisdag, og tað hevði við sær, at Brøndby fyri fyrstu ferð síðani vetrarsteðgin kom á odda. Sunnudagin fekk Herfølge eitt stig fyri 1?1 á heimavølli móti AGF, og tá Brøndby samstundis tapti stórt í Lyngby, hevði tað við sær, at Herfølge aftur er á odda ? teir eru eitt stig frammanfyri Brøndby.
Komandi sunnudag hittast Brøndby og Herfølge á Brøndby stadion. Í Danmark verður mett, at um Herfølge framvegis skal hava møguleika at vinna DM, so skulu teir fáa stig í Brøndby.
Tað ber yvirhøvur ikki til at rokna seg fram til, hvørt av hesum báðum liðunum fer at vinna, tí tað er eyðkent bæði fyri Brøndby og Herfølge, at avrikini og úrslitini hjá teimum eru sera óstøðug.
Jákup óheppin
Føroyski landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, var óheppin bæði í Viborg, og tá AGF vitjaði í Herfølge.
Tá Herfølge tapti 1?0 í Viborg, varð mett, at Jákup kundi havt vart fyri einasta málinum. Føroyingurin tøvdi eitt evarska lítið sindur, áðrenn hann fór móti bóltinum, og so var ein álopsmaður fyrri á, sneiddi framvið Jákupi, sum var langt úti í brotsteiginum, og trillaði bóltin í netið.
Páskadag søplaði Herfølge sigurin burtur á heimavølli móti AGF. Jákup Mikkelsen stóð væl í málinum 1. hálvleik, tá Herfølge kom á odda 1?0, men í steðginum gjørdist tað greitt, at tað var neyðugt at seta eykamálverjan Claus Udengaard, á vøllin í 2. hálvleiki.
Jákup Mikkelsen varð undir upphitingini skaddur í ælboganum. Spenningurin í Herfølge snýr seg nú um, um málverjin verður tøkur, tá teir sunnudagin skulu spæla toppdyst í Brøndby.
FCK av tindinum og í dalin
Mest óstøðuga liðið í superliguni er ivaleyst FCK. Eina ferð vísa teir so flótandi og gott fótbóltsspæl, sum einki annað lið í superliguni, og næstu ferð er eingur dugur í teimum. Óstøðuga lagið ger seg eisini galdandi í einstøku dystunum. FCK spælir væl eina løtu, og so hongur einki saman næstu løtuna.
Skírisdag smurdu teir Silkeborg av 4?1. Tað var ein kærkomin sigur, spælið hekk væl saman, og Todi Jónsson stóð so sterkur í myndini, at hann bæði av sjónvarpinum og onkrum av bløðunum varð settur á liðið, sum teir velja aftaná hvørt umfarið.
Páksadag vóru allir møguleikar hjá FCK at styrkja um sína støðu í kappingini um eitt pláss í Europa Cup, men tað miseydnaðist fullkomuliga. FCK var á odda 1?0 í góða várveðrinum í Parkini, men so gekk tað av skriðuni, og botnliðið úr Vejle vann 4?1. Allir í FCK vórðu sagdir at hava tað, teir kalla ein off day, og Todi Jónsson varð skiftur út, tá tað restaðu 22 minuttir.
Komandi vikuskifti skal FCK spæla á útivølli móti AB.
Dystirnir um páskirnar vóru hesir:
Skírishósdag
Aab-Esbjerg7-1
FCK-Silkeborg4-1
AGF-Lyngby3-0
Viborg-Herfølge1-0
Brøndby-Vejle4-0
AB-OB0-2
Páskadag
OB-Aab1-4
Lyngby-Brøndby3-0
Esbjerg-Viborg1-2
Silkeborg-AB1-0
Herfølge-AGF1-1
FCK-Vejle1-4
Komandi dystir
30.04AB-FC København
30.04AGF-Esbjerg
30.04Vejle-Lyngby
30.04Viborg-OB
30.04Brøndby-Herfølge
01.05AaB-Silkeborg










