Upp, niður ella hvørki

Mikudagin verða tveir upp- og niðurflytingardystir leiktir

Uppflyting

Eftir dystirnar um vikuskiftið var greitt, hvussu leikast skal í seinastu dystunum á árinum, har stríðið um møguliga upp- og niðurflyting skal avgreiðast.
Millum fyrstu og aðru deild eru tað TB og Skála, sum skulu takast, og her verður fyrri dysturin á Tvøroyri mikukvøldið. Skála bjargaði sær í evsta umfarinum møguleikan, tá tað eydnaðist teimum at vinna 3-2 á EB/Streymi, og í mun til tann dystin eru ikki færri enn tríggir leikarar tøkir aftur. Teir eru Arnold Berg, Julian Florescu og Dusan Jaic. Hinvegin er Bogi Gregersen nú leikbannaður.
Og á Tvøroyri verður tað eftir øllum at døma eitt væl mannað TB-lið, sum tekur ímóti. Í seinasta landskappingardystinum spardi tvøramenn nakað av fólki, soleiðis at vandin fyri leikbanni ella skaðum kundi minimerast, og tí verður talan helst um lið í sterkastu uppstilling.
Tað er tó ikki bert millum tær báðar ovastu deildirnar, at dystir skulu leikast. EB/Streymur gjørdust næstfremstir í triðju deild, og teir fara mikukvøldið at taka ímóti LÍF í fyrra dystinum teirra millum um upp- og niðurflyting. Og týsdagin leiktu FS Vágar og Fram um plássið millum fjórðu og triðju deild.
Allir returdystirnir eru settir á skránna leygardagin.