Uppílegging neyðug

Nanna Skála


Tað er heilsuskaðiligt at roykja. Eingin ivi um ta. Men at tað er so hættisligt at vaksa upp í einum roykjaraheimi, sum nýggjastu kanningarnar vísa, kom óvart á sjálvt Ingu Haunstrup Clemensen, yvir­lækni á Kræftens Bekæm­pelse.
Ì tubbaksroyki eru fleiri enn 4000 evnafrøðilig evni, so sum gassir og ovurfínir bitlar. Hesar andar tú niður í teg, uttan mun til um tú er roykjari ella óbeinleiðis roykjari. Beint aftan á at roykt hevur verið innandura, ber til at síggja og lukta tubbaks­roykin, men er eisini nógv, sum ein hvørki luktar ella sær. Hóast væl verður luft­að út, so slepst ikki av við teir ósjónligu og luktleysu bitlarnar - eingin útlufting fær hesar til at hvørva.
Seinastu kanningarúr­slit­ini vísa, at als eingin ivi long­­ur er um, at royking og óbein­­leið­is royk­ing eru skaði­lig fyri bæði børn og fostur. Tað er bæði ræðandi og harmiligt, at so nógv for­eld­ur halda fram við at roykja. Men enn meira ræð­andi kenni eg nýggju vit­an­ina um, hvussu vandamikið tað er fyri børn at vaksa upp í einum heimi, har roykt verð­ur, sigur Inge Haunstrup Cle­men­sen.
Við nýggjum og øðrvísi kanningarhátti ber til at máta evnastyrkina av cotiini í likaminum. Cotiin er eitt sundurloysandi evni úr nikot­ini, og kann tað mátast í likam­inum hjá roykjarum og hjá óbeinleiðis roykjarum. Cotiinmátingar eru í dag kanska mest álítandi hátturin at vísa á, hvussu nógvari óbein­leiðis royking ein per­sónur hevur verið fyri.
Framkomnir kanningar­hættir hava til dømis víst, at tað er ikki nóg mikið at foreldrini fara útum at roykja, um tey ynskja at verja børn síni móti tubbaksroykinum. Mong av teimum skaðiligu evnunum, sum koma úr royk­inum, seta seg í klæðini, og verða á tann hátt borin inn til børnini. Hetta merkir, at foreldur, ommur og abbar, sum roykja, í veruleikanum koma børnunum í vanda við at gera tey til óbeinleiðis roykj­­arar, sjálvt um tey roykja utt­an­dura.

Uppílegging neyðug
Hví gevast foreldur ikki við at roykja, sjálvt um kann­ing­ar greitt hava skjalprógvað, hvussu skaðiligt og vanda­mikið tað er at vaksa upp sum óbeinleiðis roykjari.
Tað hevur óivað týdning, at tað í fleiri ættarlið hevur verið góðtikið sum nakað sjálvsagt at fólk roykja. Vit eiga heldur ikki at gloyma, hvussu torført tað er hjá nógv­um at leggja av. Foreldur vilja vanliga børnunum alt tað besta, men er ein heftur at nokitini, kann vera torført at skilja ímillum vanafesti og fyrilit. Sum foreldur ork­ar tú ikki at hugsa um, at børn­ini kenna svian av vana­festinum. Flestu okkara megna at troka burtur alla vitan um skaðiligu árinini, tubbakkið hevur á ein sjálvan og umhvørvið, sigur Inge Haunstrup Clemensen.
Tí heldur yvirlæknin, at politisk uppílegging er bæði neyðug og jalig.
Sambært nýggjastu kann­ingarúrslitunum átti at ver­ið bannað at roykt alla staðni, har børn koma. T.d. í dag­røktum, dagstovnum og skúl­um. Tí eingin lægsta gátt er fyri teim skaðiligu árinunum av óbeinleiðis royking. Hóast útluftað verður í einum rúmi, har fólk hava roykt, verða bitlarnir liggjandi í dust­in­um á gólvinum og í hús­búnaðinum, og spreiðast teir haðani út í rúmið. Bitlarnir andast inn við dustinum, og fara teir so frá luftvegnum niður í lunguni. Har frá verða teir leiddir við blóðinum út í alt likamið, og volda ofta óbótaligan skaða.
Ein roynd hevur víst, at tað vóru 10 ferðir so nógvir fínir bitlar í afturlætnum rúmi, har tríggjar sigarettir høvdu roykt seg sjálvar upp, sum tá ein bilur við tendraðum dieselmotori hevði staðið í sama rúmi í hálvan tíma.
Nógv verður granskað í ovurfínum bitlum, tí illgruni er um, at teir eru vandamesti parturin av roykdálkanini. Teir eru so smáir, at teir kunnu fara úr andaleiðini yvir í blóðreinslið. Ì roykinum eru eini 4000 evni, og ymist er, hvørji teirra verða máld í teimum ynsu kanningunum. Tó er greitt, at bæði stakevni og heildarmongdin eru or­søk til andaleiðissjúkur, stað­festir Inge Haunstrup Clemensen. Og yvirlæknin heldur fram: »Um vit skunda undir lóggávuna við at banna royking á støðum, har børn koma, fara foreldur at skilja, at tað heldur ikki er so snilt at roykja heima við hús. Tað kann vera eitt stig fram á røttu kósina. Vit eru noydd at fara varliga til verka, tí sannleikin er so skelkandi, at hann kann ikki bara klamsast í høvdið á foreldrunum. Gera vit tað, kunnu vit rokna við, at nógv sýta at síggja veruleikan, sum hann er, og vilja tey tískil avsanna sannroyndirnar. Best er, um foreldrini sjálvi kenna á sær, at tey kunnu geva børnum sínum eina betri byrjan í lívi­num og somuleiðis ein betri barndóm - hetta við ikki at roykja ella við at leggja av«, sigur Inge Haunstrup Clemensen, yvirlækni hjá Kræft­ens Bekæmpelse at enda.
Leysliga umsett úr Helse fyri september 2005.