Hóast tað er grátt og vátt her í miðstaðarøkinum í dag, so er sera lýtt í veðrinum.
Við Kringvarpið í morgun segði Andreas Klein Gregoriussen, veðurmaður, at tað verða upp til 20 hitastig í dag.
Hann segði eisini, at tað er sera sjáldsamt í september. Hann hevði hugt í hagtølini og funnið, at seinast so nógvur hiti varð máldur í september var í 1990, tá máld vórðu 20,6 hitastig í september.
Hann greiddi eisni frá, at tað er eitt óvanligt rák yvir okkum, og tað var orsøkin til, at fleiri fólk í gjár varnaðust, at eitt serligt dust var yvir okkum, sum millum annað sást á bilrútum í gjár.
Talan eru um blóðregn úr Sahara oyðimørkini í Afrika. Tað hevur kortini einki við blóð at gera, men kemur helst av reydliga litinum. Talan er um dust úr Sarhara oyðimørkini, sum eri komið óvanliga langt norðureftir við rákinum.
Andreas Klein Gregoriussen greiddi frá, at fyrradagin sást sama fyribrigdi í Norðurírlandi.
Vanliga fer hetta dustið eystureftir og sæst ofta kring Miðarhavið. Tað er ikki so vanligt, at vit síggja tað heilt her norðuri um okkara leiðir, men tað kemur meira enn so fyri – og at tað sæst á rútunum.