Eitt hátrýst fer komandi dagarnar at liggja nærindis Føroyum, men fer seinni at førka seg í ein útsynning, meðan brúgvaløg nærkast úr útnyrðingi.
Í dag verður eitt lítið lot av suðri, undir 6 m/s, og fyrst verður skýggjað ella mjørki, men út á dagin sólglottar. Hitin millum 6 og 10 stig, í støðum upp í 12 stig. Í nátt verður lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 3 til 8 m/s. Turt, men yvirhøvur skýggjað og hitin um 3 stig.
Í morgin verður lot til andøvsgul av vestri, seinni norðri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað, út á náttina sum frá líður klárt veður. Hitin um dagin um 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.
Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s, um náttina frískar hann vindin av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Alt samdøgrið verður turt og fyrrapartin sólglottar, síðani skýggjað og hitin um 5 stig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul, í støðum upp í andøvsgul, av vestri og útnyrðingi, 5 til 13 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað, men út á dagin klárar í. Um náttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og møguliga regn. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.
Sunnudagin makar hann vindin í lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og serliga í nátt verður stundum regn. Hitin um dagin um 6 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.
Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn og sirm. Hitin millum 5 og 7 stig.