Upp í hvassan storm í dag

Veðrið í dag

Hvassur vindur ella skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, 25 m/s. Skýggjað og regn. Um kvøldið og náttina strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, um náttina lutvíst vátaslettingur. Hitin millum 2 og 7 stig.

 

Fríggjadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum 3 og 6 stig, um náttina millum 1 og 4 stig.

 

Leygardagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 2 og 7 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum út á dagin øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og támut og regn av og á. Hitin millum 7 og 10 stig.