Ummæli ??????
Tutl
A capella kórtónleikur er ein stuttlig og løgin vera. Tað eru naknar røddir, ið mugu harmonisera fullkomið, fyri at heildin skal ljóða væl. Og tað er ikki bara sum at siga tað at fáa røddirnar at sita rætt, serliga tá tær eru nógvar í tali. Tær verða formidlaðar ígjøgnum eitt øgiliga kompliserað og ógvusligt ljóðføri; likamið. Og kunnu einans formidlast væl, um likamið hevur førleika til tað. Tað er eitt stórt listarligt avrik at megna hetta, ið krevur nógv sjálvdisiplin og mong ár av venjing.
Sterka heildin hálast niður
Vokalbólkurin Mpiri stendur av 13 føroyskum sangarnum, ið eru búðsettir í Danmark. Bólkurin gav til jólar út fløguna »Upp gleðist«, ið er eitt savn av klassiskum jólaløgum í nýggjum útsetingum eins væl og nýggjari tilfari.
Samljóð og raddarstyrki koma ordiliga til sjóndar á hesi útgávuni, ið sum heild er væl eydnað við fleiri góðum útsetingum. Tó eru nøkur fá element, ið hála nógv niður. Hesi elementini hoyrast bert á nøkrum heilt fáum løgum, og tað er eitt sindur spell, at hesi løgini ikki eru blivin soldað burtur. Tí uttan tey hevði útgávan fingið ein hægri karakter.
Ymsar útsetingar
Løgini á fløguni eru ógvuliga varierandi. Frá vøkrum, friðarligum útsetingum so sum »Fra Himlen højt kom budskab her« eftir Bjarna Restorff og »Føgur er Foldin« eftir Sunleif Rasmussen til stressutar útsetingar av barnaløgum sum »Nissumamma og nissupápi« eftir Leif Hansen og »Hygg Kavin« eftir Unn Patursson.
Frá abstraktum útsetingum sum »Upp gleðist« og »Rottujól« eftir Trónd Bogason til øgiliga sveimandi popp útsetingar so sum »Eg gleðist so hvørt jólakvøld« eftir Niels Nørgaard, ið harafturat eisini inniheldur solosang av Guðrun Sólju Jacobsen.
Bæði og
Sumt er gott, og sumt er øgiliga nógv minni gott. Stressutu barnaløgini hava stuttligar útsetingar, men eru harafturímóti alt ov irriterandi at sita og lurta eftir. Samljóðini eru sum heild ótrúliga beinrakin og flott, men tað er ov ofta, at høgu tónarnir blíva skeivir, og heildin kollapsar. Hetta skínir serliga ígjøgnum í »Ein dreymur«, har tað blívur púra galið hjá sopranunum.
Tó verður støðið lyft nakað upp aftur við vøkru útsetingini hjá Jensinu Olsen av jólaevangeliinum og útsetingini hjá Agnar Lamhauge av »Et Barn er fød i Bethlehem«. Eisini »Føgur er Foldin« er ógvuliga væl sungið og kemur væl til sín rætt við útsetingini hjá Sunleifi Rasmussen.
Alt í alt er »Upp gleðist« ein miðal góð útgáva við bæði knasandi góðum og ræðuliga keðiligum tilfari á. Tí fær hon ein miðal karakter.










