Upp í eina hægri eind

- Eg havi ikki orð fyri, hvussu frálík Ólavur Jakobsen og Michala Petri eru, men sum við øllum fantastiskum tónleikarum, virka tey eitt við síni ljóðføri.

Soleiðis tók ummælarin, Niels Uni Dam til, tá tey framførdu á Mentanardegnum á Sandi í fjør summar. Hetta var fyrstu ferð, at tey bæði, Michala Petri og Ólavur Jakobsen, spældu saman.

Nú vera tey so at hoyra í Norðurlandahúsinum sunnudagin hin 25. mars klokkan 16.

- Tey bæði hava sett saman eina sera fjølbroytta skrá, har vælljómandi, virtuosir og spennandi tónleikur verður spældur. Alt bundið saman við lættleika í spæli og nærveru við lurtaran við frágreiðingum um tónleikin, sigur Norðurlandahúsið.

Tónleikurin spennir sera víða í tíð.

- Tey eru so góð hvør sær, men saman rann tónleikurin upp í eina hægri eind. Tað var vakurt og meistarligt, segði Niels Uni Dam, ummælari eftir framførsluna á Mentanardegnum á Sandi í fjør summar.