Veðrið í dag sambært veðurstovuni DMI.
Tað verður upp í ein strúk í vindi av norðri og útnyrðingi, 8-13 m/s.
Tað verður ælaveður, men sól fer at kaga fram av og á.
Seint í kvøld minkar vindurin niður 5-10 m/s. Tað verður framvegis samdrigið og regn av og á.
Hitin alt samdøgrið fer at liggja millum 7 og 11 stig.










