Veðrið í dag, sambært danska veðurstovninum DMI.
Tað verður upp í ein strúk í vindi av suðri og landsynningi, 8-13 m/s, í støðum upp í 15 m/s.
Seinni snarar hann í ein sunnan og útsynning og minkar niður í 5-10 m/s.
Tað verður skiftandi veður við ælum.
Vindurin veksur aftur í kvøld upp í 8-13 m/s av suðri og landsynningi og tað fer at regna.
Hitin alt døgnið fer at liggja millum trý og átta stig.
Veðrið í morgin. 5-10 m/s av suðri, sum seinnapartin veksur upp í 8-13 m/s av vestri. Tað verður samdrigið og ælaveður.
Hitin alt døgnið fer at liggja millum trý og átta stig.









