Amerikanski forsetin, Donald Trump, sat í miðjuni saman við varaforseta sínum, J.D. Vance, til vinstru, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, til høgru, á einum fundi í Hvítu Húsunum í gjárkvøldið. Fundurin endaði við opnum og harðiligum orðadrátti millum teir tríggjar. - Mynd: Brian Snyder/Reuters

Upp á tíggju minuttir fór samrøðan millum Trump og Zelenskyj av sporinum

Millum annað ákærdi Trump ukrainska starvsfelagan fyri ikki at vera takksamur fyri hjálpina frá USA móti Russlandi.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sat í miðjuni saman við varaforseta sínum, J.D. Vance, til vinstru, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, til høgru, á einum fundi í Hvítu Húsunum í gjárkvøldið. Fundurin endaði við opnum og harðiligum orðadrátti millum teir tríggjar. - Mynd: Brian Snyder/Reuters

Tað, sum skuldi verið ein góður fundur og undirskrivan av mineralavtalu millum USA og Ukraina, endaði í gjárkvøldið okkara tíð endaði við orðdrátti í einar tíggju minuttir.

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, var á fundi við amerikanska forsetan, Donald Trump, og varaforsetan hansara, J.D. Vance, í Hvítu Húsunum.

Les útvald sitat úr teimum tíggju minuttunum her:

Eftir umleið hálvan tíma við innleiðandi formalitetum fór spentist huglagið, tá amerikanski varaforsetin, J.D. Vance segði millum annað:

- Vegurin til frið og vegurin til framburð má vera at fara undir diplomati. (...) Tað ger Trump forseti.

Hetta fekk Zelensky at vísa á, hvussu Russland og Vladimir Putin, forseti, søguliga hava hótt Ukraina, eisini áðrenn innrásina í 2022, og at ein vápnahvíld miseydnaðist í 2019.

- Hvat slag av diplomati tosar tú um, J.D.? Hvat meinar tú við?, spurdi Zelenskyj.

Vance svaraði:

- Hr. - Harra forseti, við virðing haldi eg, at tað er virðingsleyst av tær at koma higar á Ovalu Skrivstovuna og royna at føra eina rættarmál framman fyri amerikansku pressuni, segði Vance og legði afturat, at tú skalt heldur takka forsetanum fyri at royna at enda ósemjuna.

Zelenskyj svaraði, at øll hava trupulleikar undir krígnum, eisini USA. Men, hann segði:

- Tú hevur ein deiligan sjógv og følir ikki trupulleikarnar enn. Men tað gert tú í framtíðini.

Her legði Trump uppí og segði: "Tað veitst tú einki um."

- Gud forbjóði tykkum at hava kríggj, segði  Zelenskyj , áðrenn Trump helt fram:

- Tær nýtist ikki at siga okkum, hvussu vit fara at kenna okkum ("going to feel" á enskum, red.). Vit royna at loysa ein trupulleika.

- T geri eg ikki. Eg svari spurninginum um, at..., segði Zelenskyy, men varð avbrotin av Trump:

- Tú ert ikki í tí støðu at diktera, hvussu vit skulu hava tað. - Vit fara at hava tað ordiliga gott, sigur Trump.

Amerikanski forsetin endurtók fleiri ferðir, at Zelenskyj "ikki er í serliga góðari støðu". Meðan roynir Zelenskyj at fáa orðið.

- Tú gamblar við milliónum av lívum. - Tú gamlar við triðja heimsbardaga, og tað, sum tú gert, er sera vanvirðiligt mótvegis hesum landinum, sum hevur stuðlað tykkum nógv meira, enn nógv onnur hava sagt, at tað skal, segði Trump.

Tá vendi J.D. Vance sær til Zelensky og segði: "Hevur tú nakrantíð sagt takk?"

- Nógvar ferðir, svaraði Zelenskyj.

Vance helt fram:

- Nei, undir øllum hesum fundinum segði tú takk? (...) Vís takksemi til USA og til forsetan, sum roynir at bjarga tínum landi.

Zelenskyj fór at svara við orðunum "vinaliga, tú heldur tað við at tosa hart...", men varð avbrotin av Trump, sum, vísandi til Vance, upplýsti, at "hann tosar ikki hart. Land tykkara er í stórum trupulleikum."

- Eg veit. "Kann eg spyrja..." royndi Zelenskyj áðrenn hann varð avbrotin aftur.

- Nei, tú hevur tosað nokk. - Tykkara land er í stórum trupulleikum, segði Trump og legði afturat:

- Hetta vinnur tú ikki. Tú hevur ein ordiliga góðan møguleika at koma ígjøgnum hetta onkursvegna orsakað av okkum.

Zelenskyj vissaði aftur Trump um, at Ukraina hevur verið takksamt frá byrjan av. Hetta fekk Trump at greiða frá týdninginum av allari hernaðarútgerðini, sum USA hevur stuðlað við.

- Um tit ikki høvdu okkara hernaðarútgerð, hevði hetta kríggið verið liðugt um tvær vikur, segði Trump, og Zelensky svaraði:

- Upp á tríggjar dagar, ja. Eg hoyrdi hatta frá Putin forseta.

Hetta fekk Trump at koma til ta niðurstøðu: "Tað fer at vera sera trupult at gera avtalur upp á hendan mátan", meðan Vance legði afturat við Zelensky: "Sig bara stóra takk."

- Tú mást vera takksamur. Tú hevur ikki røttu kortini. (...) Títt fólk doyr. Tær tørvar hermenn. (...) Og so sigur tú við okkum: "Eg vil ikki hava vápnahvíld, eg vil ikki hava vápnahvíld", segði Trump millum annað.

Vitjanin endaði við einum avlýstum tíðindafundi millum forsetarnar. Ógreitt er, hvussu verður við mineralavtaluni, sum teir skuldu havy undirskrivað.

Kelda: BBC, ABC Tíðindi, Uttanríkispolitikkur.

 

/Ritzau/

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sat í miðjuni saman við varaforseta sínum, J.D. Vance, til vinstru, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, til høgru, á einum fundi í Hvítu Húsunum í gjárkvøldið. Fundurin endaði við opnum og harðiligum orðadrátti millum teir tríggjar. - Mynd: Brian Snyder/Reuters