Tiltakið verður í bygdunum heimanfyri, sum tey rópa. Tvær húsavitjanir verða í Kirkjubø, ein á Velbastað, og dansur verður í Sólarmagn á Velbastað.
- Møtt verður á Velbastað, og bussur koyrir fólk til Kirkjubø til vitjanir og aftur til Velbastaðar. Fyrireikararnir siga, at hetta fer at ganga nakað soleiðis fyri seg:
1. Fólk koma til Sólarmagn á Velbastað, har tey verða býtt upp í tríggjar bólkar.
2. Bólkarnir fara so í hvørt sítt hús, har ein vertur er í hvørjum húsi. Vertirnir greiða frá onkrum kvæði, vísu ella tátti, sum tey hava valt, og aftaná verður tað (ella bara eitt brot av tí) kvøðið í húsinum. Síðan rotera bólkarnir.
3. Tað verður ein tími í hvørjum húsi.
Byrjað verður klokkan 18, og húsavitjanirnar enda klokkan 21. Síðan verður okkurt at eta og drekka í Sólarmagn og eisini verður skipað fyri almennum føroyskum dansi klokkan 22.
Tað er avmarkað pláss í húsunum, og tí er neyðugt við tilmelding. Hetta verður gjørt við at ringja ella skriva til ein av hesum -
* Kristian Jacobsen 272957/ kristianjac1509@gmail.com
* Jón Rói Høgnesen 276301/ jonroij@gmail.com
Til tann almenna føroyska dansin, sum verður í Sólarmagn aftaná, eru øll hjartaliga vælkomin, og her er ikki neyðugt við tilmelding.
- Suppa er við í prísinum, sum tiltakið kostar, og so verður eisini ymiskt leskandi til sølu. Tiltakið er rúsfrítt, siga tey, sum standa aftanfyri forvitnisliga tiltakið á Velbastað í Kirkjubø.