Tað er rættiliga nógvur lágættarvindur kring landið í nátt, og á Ørðaskarði á Fámjinsvegnum máldi vindmátarin hjá Landsverki heili 57 m/sek. nú klokkan 04.59 í morgun.
Stormur er um meginpartin av landinum, og bæði á Norðadalsskarði, Velbastaðhálsi, Porkerishálsi og á Brekkuni Stóru í Sandoynni er mesti vindur oman fyri 40 m/sek.
Tað er ymiskt, hvussu vindurin liggur, men afturvendandi er, at tað er lágættarstormur, sunnan og útsynningur sunnan á flestu veðurstøðum hjá Landsverki.