Upp í 50 m/s í morgun

Tað er rættiliga fitt av vindi kring landið í morgun, og tað hevur ávirkað skipini hjá Strandfaraskipum Landsins. 

 

Sambært veðurmátingunum hjá Landsverki eru upp í 50 m/s á Norðradalsskarði í morgun. Á Sandavágshálsi er upp í 27 m/s og tað sama siga mátitólini á Porkerishálsi. 

 

Í heila tikið er fitt av vindið kring landið tó eingin ivi er um, at ringast er á Oyggjarvegnum. 

 

Og tað er eisini á Oyggjarvegnum og á Porkerishálsi, at Landsverk heitir á førarar um at sýna varsemi orsaka av nógva vindinum. 

 

 

Hann minkar vindin sum dagur líður, men í kvøld herjar á aftur, sambært DMI.

 

In.fo fylgir gongdini. 

 

 

Myndina eigur Ingi Sørensen.