Upp í 47 m/s í hvirlunum

Á Norðradalsskarði siga mátararnir hjá Landsverki upp í 47 m/s í hvirlunum. 

 

 

Veðrið er ringt kring alt landið og nógvur vindur er at kalla allastaðni. Sambært veðurstovuni DMI verður veðrið verri gjøgnum dagin og ringast verður í kvøld. 

 

 

Men longu nú er vindurin vaksin munandi, tí eftir middag mátaðu veðurmátararnir hjá Landsverki upp í 47 m/s, og í Suðuroynni er eisini nógvur vindur - upp í 38 m/s. 

 

Strandferðslan er ávirkað av veðrinum, tí bussurin millum Fámjin og Tvøroyri er avlýstur, og tað sama er Skúvoyarleiðin fyri dagin. 

 

 

Flogferðslan er tó ikki ávirkað, tí í morgun eru tvey flogfør farin og eitt er lent.