Ein bussur er farin útav vegnum í Hovi nærhendis miðnámsskúlan, og Landsverk ávarar um nógvan vind kring alt landið. Tað hevur longu viðført, at leið 700 millum Sumba, Vág og Tvøroyri og leið 701 millum Fámjin, Tvøroyri og Sandvík eru avlýstar.
Mest av vindi er á Norðradalsskarð, har sagt verður í upp í 42 m/s í hvirlunum. Í Suðuroynni er upp í 32 m/s á Fámjinsvegnum, meðan mátarin á Porkerishálsi er óvirkin í dag.
Les greinina um bussin, sum fór útav í Hovi, við at trýsta her.
Á Brekkuni Stóru á Sandi og í Mykinesi eru upp í 26 m/s, meðan tað táttar í 30 m/s í hvirlunum á Velbastaðhálsi, á Glyvursnesi og á Høgareyni.
Á Kambsdali er upp í 25 m/s og á Viðareiðisvegnum er upp í 27 m/s.