Tað er fitt av vindi kring landið í kvøld. Eins og mangan áður er ringast á Norðradalsskarði, har Landsverk sigur upp til 40 m/s í kvøld.
Við Velbastaðháls og á Øðraskarði eru upp í 34 m/s, meðan Hvalba og Porkerishálsur siga upp í ávikavist 27 og 29 m/s.
Landsverk ávarar eisini um hálku í kvøld. Á Høgareyni og Sandavágshálsi kann roknast við hálku.
Fyrrapartin í morgin sigur hann eisini frá nógvum vindi, men sum dagurin líður minkar vindurin til 5-10 m/s.
Tað verður vátakavi fyrrapartin, men seinni verður turt og hitin um 4 stig um dagin, meðan hann fer niður á frostmarkið um náttin.
Myndina eigur Ingi Sørensen.