Tað er framvegis nógvur vindur og mátararnir hjá Landsverki siga, at tað er upp í 40 m/s á á Norðradalsskari og somuleiðis á Porkerishálsi.
Tað fer upp um 30 m/s í Syðradali, við Norðskálatunnilin, á Gjáarskarði og á Kambsdali og somuleiðis á Velbastaðhálsi. Tí ræður um at ansa sær í morgun.
Dmi sigur, at hann veksur vindin fram til middags og síðani minkar hann aftur.