Mátararnir hjá Landsverki siga í morgun, at tað er nógvur vindur kring alt landið. Í Suðuroynni er nógvur vindur bæði á Porkerishálsi, á Ørðaskarði við Fámjinsvegin og í Hvalba. Hesi trý støð er upp í 37 m/s í morgun.
Á Sandoynni, á Brekkuni Stóru er upp í 22 m/s, meðan tað á Mykinesi eru 27 m/s. Á Norðradalsskari er upp í 33 m/s, og á Høgareyni er upp í 26 m/s. Á Oyndarfjarðarvegnum og um Gjáarskarð er upp í 27 m/s, og á Viðareiðisvegnum er upp í 30 m/s.
Landsverk heitir tí á bilførarar um at vísa varsemi í ferðsluni í morgun.