Veðurmátararni hjá Landsverki siga frá fitt av vindi í dag, hóast sólin skínur ímillum ælini. Í Suðuroynni hevur fyrr í dag verið fitt av vindi - upp í 30 m/s á Porkerishálsi, men nú seinnapartin er minkað nakað - nú eru um 20 m/s á Porkerishálsi.
Í Streymoynni er sum altíð ringast á Norðradalsskarði, har tað nú eru 25 m/s, men har tað í dag hevur verið upp til 30 m/s í hvirlunum.
Á Oyndarfjarðarvegnum er upp í 35 m/s í dag, meðan tað norðanfyri annars er heilt hampiligt.